Havnarmaðurin vann á hoyvíkinginum í Flens Arena høllini í Flensburg í kvøld.
Bundesligauppgerðin millum liðið hjá Jóhan á Plógv Hansen, Flensburg-Handewitt og liðið hjá Hákuni West av Teigum, Füchse Berlin endaði við einum 38-37 sigri til Flensburg.
Í steðginum vóru Hákun og liðfelagarnir á odda 20-18. Flensburg var á odda 35-31, men tað eydnaðist útiliðnum at koma upp á javnleik 37-37, men so fekk heimaliðið knógva sigurin heim.
Jóhan skoraði eitt mál upp á tvær málroyndir, og Hákun skoraði trý mál upp á fýra málroyndir.
Füchse Berlin er triðfremst í deildini við 22 stigum. Flensburg er nummar seks við 21 stigum, so tað er sera javnt.
HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum í Flens Arena høllini. Tíverri síggjast ikki mál hjá Jóhan og Hákuni í samandráttinum:
##med2##