VIDEO: Fyrstu ferð Margreta vitjaði Føroyar var í 1959

(Video) Síggj 8 mm filmsupptøku frá tá Margreta krúnprinsessa vitjaði í Føroyum á fyrsta sinni í 1959

Fyrstu ferð skjótt fyrrverandi monarkurin, Margreta vitjaði Føroyar var hon 19 ára gomul.

 

Hetta var á sumri í 1959 tá hon vitjaði her á landi saman við foreldrunum, Ingrid drotning og Fríðriki 9. kongi.

 

Gunnar Gunnarsson (1916-1992) var á staðnum við sínum 8 mm filmsupptakara. 

 

Á heldur slitnu upptøkuni sæst tá "Dannebrog" leggur at bryggju í Havn, og løtan tá tey kongaligu ganga eftir tí tá rættiliga nýggja Áarvegnum. Eisini síggjast tey kongaligu vitja gamla ellisheimið í V. U. Hammershaimbsgøtu í Havn.

 

HER ber til at síggja upptøkuna frá 1959:

 

##med2##