Í dag 19. mars eru liðin 75 ár síðani øll Bíblian kom út á føroyskum í týðing Victor Danielsens.
Tað fólk vita um finnast bert tvær filmsupptøkur av manninum, ið týddi alla Bíbliuna til føroyskt.
Tó finnast fitt av myndum, og eisini finnast nakrar ljóðupptøkur av Victor Danielsen.
Fyrra filmsupptøkan er frá 28. mars í 1954. Tann dagin fylti Victor Danielsen 60 ár. Seinna upptøkan er frá sumri í 1955.
Á fyrru upptøkuni sæst Victor saman við familju og vinum, og á seinnu styttri upptøkuni sæst Victor saman við konuni, Rikku og børnum og abbabørnum. Báðar filmsupptøkurnar eru frá heiminum hjá Victori Danielsen í Fuglafirði.
Bróðirsonur Victor Danielsen, Gunnar Gunnarsson (1916-1992) og Alf Cordiner úr Aberdeen í Skotlandi (1908-1996) filmaðu í ávíkavist 1954 og í 1955.
HER síggjast filmsupptøkurnar:
##med2##