Týskvøldið fer Víkingur at spæla seinnu hálvfinaluna í kappingini um løgmanssteypið. Tað verður á heimavølli ímóti B68. Útgangsstøðan hjá Víkingi er góð, tí víkingarnir vunnu fyrru hálvfinaluna 2-0.
Í dag vóru víkingarnir í Trongisvági, har TB bjóðaði av við nýggjum venjara. Nýggi venjarin er Thomas Thinggaard úr Danmark. Hann hevur verið á Tvøroyri hesa vikuna og vant saman við TB spælarunum. TB liðið er broytt á tann hátt, at Gilli Rólantsson Sørensen og Páll Eirik Djurhuus, ikki longur eru á listanum.
Víkingur vann 3-0, og øll málini vórðu skorað eftir níggju minuttum miðskeiðis í fyrra hálvleiki.
Sølvi Vatnhamar umsetti brotsspark til 1-0, Jørgen Nielsen fluktaði við handara stólpa til 2-0 eftir framlegging úr høgru frá Poul Kallsberg, og Stefan Radosavljevic staðfesti 3-0 sigurin eftir fínt uppspæl.
Eftir steðgin hevði Víkingur fleiri møguleikar, uttan at tað eydnaðist at fáa bóltin framvið Anders Tønnesen í TB málinum. Sum tað leið fram ímóti dystarenda valdi Víkingavenjarin Jóhan Petur Poulsen at spara fleiri spælarar. Hann hugsaði um hálvfinaluna í Sarpugerði týskvøldið, tá ið B68 verður mótstøðuliðið.
Sera hugaligt hjá Víkingi var tað, at Ari Olsen var ein av teimum fimm, sum varð skiftur inn. Hann hevur verið darvaður av skaða í hælsinuni síðani heilt tíðliga í hesum árinum.
TB – Víkingur 0-3 (0-3)
0-1: Sølvi Vatnhamar br
0-2: Jørgen Nielsen
0-3: Stefan Radosavljevic
Dómari: Dagfinn Forná
TB: Anders Tønnesen – Mikal Tummasarson, Torkil Úlvur Jespersen Holm, Ragnar Joensen, Tummas Pauli Christiansson – Mohamed Samba, Mattias Dahl Djurhuus, Amidou Diop, Aron Arnholdsson, Marley Blair – Samudeen Musah
Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Ragnar Skála, Atli Gregersen, Arnbjørn Svensson, Ingi Jonhardsson – Árni Nóa Atlason, Stefan Radosavljevic, Sølvi Vatnhamar – Poul Kallsberg, Jørgen Nielsen, Olaf Bárðarson