Teir hita upp á Brøndby stadion, har fyrsta bríksl millum Brøndby og HB verður klokkan 18.30.
Hjá HB er tað merkisvert, at liðformaðurin og royndasti maður á liðnum er ikki millum teir fyrstu ellivu.
Viljormur Davidsen er hvørki í miðverjuni ella á vongverjanum í vinstru. Hann er millum teir ellivu, sum sita á beinkinum. Undan dystinum hevur einki verið at frætt um, at hann ikki er tøkur, men ivaleyst man tað vera onkur snuddur, sum er orsøkin til, at Viljormur Davidsen ikki er á vøllinum.
Nýggur í miðverjuni undir liðini á Bartali Wardum er Klavs Kremens, sum fyri einari viku síðani var á beinkinum allar 90 minuttirnar.
Ein onnur broyting er á HB liðnum sammett við fyri einari viku síðani. Heini Sørensen er á beinkinum, meðan Heðin Hansen er nýggjur á miðvøllinum. Fyri einari viku síðani var hann á beinkinum alla tíðina.
Tað var innskifti Jákup L. Thomsen, sum fyri einari viku síðani javnaði til 1-1. Hann er eisini í kvøld á beinkinum frá fyrsta bríksli.
Brøndby: Patrick Pentz - Sean Klaiber, Frederik Alves, Jordi Vanlerberghe - Marko Divkovic, Daniel Wass, Benjamin Tahirovic, Oliver Villadsen - Sho Fukuda, Filip Bundgaard, Clement Bischoff
HB: Bjarti Vitalis Mørk - Ási Dam, Bartal Wardum, Klavs Kremens, Lassana Faye – Heðin Hansen, Noah Mneney, Sammy Skytte, Ári Jónsson – Emil G. Pedersen, Jonas Enkerud