Dómstólur vísir aftur at flyta Josef Fritzl til vanligt fongsul

Eysturríkarin Josef Fritzl er dømdur fyri neyðtøku, tralahald og blóðskemd. Hann situr í fongsli fyri sálarsjúk

Josef Fritzl sæst her undir rættarmálinum í Eysturríki í 2009. (Arkivfoto). - Foto: Ho New/Reuters

Ein dómstólur í Eysturríki hevur í dag gjørt at, at Josef Fritzl ikki skal flytast til eitt vanligt fongsul úr fongslinum fyri sálarsjúk kriminell, har tann neyðtøkudømdi eysturríkarin situr sína revsing.

Harvið verður dómurin broyttur, sum var sagdur í januar við ein lægri dómstól, skrivar eysturríkska tíðindastovan Apa sambært Reuters.

Her var tað avgjørt, at Fritzl skuldi flytast til eitt vanligt fongsul.

Tann í dag 88 ára gamli Fritzl hevur sitið í fongsli seinstu 15 árini og situr ein lívstíðardóm. Hann er púra dementur.

Hann varð dømdur í 2009 fyri at hava hildið dóttur sína innlæsta í einum kjallara í býnum Amstetten í 24 ár og fyri at hava fingið sjey børn við henni.

Hann varð funnin sekur í blóskemd, neyðtøku, tralahaldi, tingsil og fyri at hava verið orsøk til at eitt av teimum sjey børnunum doyði við ikki at hava útvegað nýfødda dreinginum læknahjálpina, honum tørvaði.

Brotsgerðin varð avdúkað, tí tað elsta av børnunum gjørdist sjúkt og kom á sjúkrahús í 2008. Mamma hennara hevði smuglað eitt bræv við sjúku dóttrini. Starvsfólkið á sjúkrahúsinum sá brævið og setti seg í samband við løgregluna.

Dóttirin og børnini vórðu hildin fangar í einum kjallara undir húsinum hjá Josef Fritzl og konuni í Amstetten.

Eftir dómin í einum lægri rætti í januar í býum Krems an der Donau vestan fyri Wien um fongsulsviðurskiftini hjá honum, hevur ákærumynduleikin kært dómin.

Ein hægri rættur í Wien hevur so í dag gjørt greitt, at tað ikki eru lagdir fram neyðugir upplsýingar fyri at dómstólurin kann meta, um Josef Fritzl kann flytast til at sita í einum vanligum fongsli.

Avgerðin er tó ikki endalig. Sambært dómin skal dómstólurin í krems and der Donau útvega nýggjar upplýsingar, og so skal málið sambært Reuters metast aftur í apríl.

/ritzau/

 

Josef Fritzl sæst her undir rættarmálinum í Eysturríki í 2009. (Arkivfoto). - Foto: Ho New/Reuters