HB hevur eina greiða favorittstøðu suðuri í Vági

Her eru oddsini upp á dystin FC Suðuroy-HB

Seinnapartin klokkan 16 byrjar dysturin í Betrideildini hjá monnum millum FC Suðuroy og HB vesturi á Eiðinum í Vági.

 

Tá liðini hittust á ovara vølli í Gundadali í Havn 30. mars vann HB stórsigur 4-0. 

 

FC Suðuroy hevur ikki vunnið á HB í bestu deildini síðani 12. september í 2010.

 

FC Suðuroy er næstaftast í deildini við níggju stigum. HB er triðfremst við 35 stigum. 

 

HB hevur eisini eina greiða favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.

 

Oddsini upp á heimasigur til FC Suðuroy liggja millum 9,00 og 11,20.

 

Oddsini upp á javnleik liggja millum 6,00 og 6,55.

 

Oddsini upp á útisigur til HB liggja millum 1,18 og 1,22. 

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

##med3##