Politikarar halda tey flestu vallyftini

Tað halda veljarar ikki. Men nógv politisk vallyfti eru uppfylt, vísir ein kanning frá Aarhus Universiteti.

Professarin í stjórnmálafrøði Carsten Jensen frá Århus Universiteti hevur skjalprógvað, at fólkatingspolitikarar halda nógv meira av sínum lyftum enn veljararnir halda.

Vallyfti kunnu fella stjórnir og merkja ein politikara um allar ævir.

Vallyfti hava eitt øgiliga ringt umdømi. Enn seta flokkar á vali eftir val eina røð av nýggjum lyftum í fram fyri at sannføra veljararnar um at atkvøða fyri teimum.

Men í roynd og veru bróta politikarar ikki so nógv vallyfti, sum veljararnir halda.

Tað vísir ein granskingarverkætlan, sum professarin í stjórnmálafrøði Carsten Jensen á Aarhus Universiteti stendur á odda fyri.

Við stuðli frá Danmarks Frie Forskningsfond hava hann og starvsfelagar hansara kannað lyftini frá fólkatingsvalinum í 2019 og funnið útav, at tveir triðingar av lyftunum veruliga vórðu hildin.

Sum liður í verkætlanini hava granskararnir skrásett og fylgt teimum 112 vallyftunum hjá Javnaðarflokkinum í Danmark frá valstríðnum 2019.

Ein teirra - Arne-eftirlønin - var nógv frammi.

- Tað er eitt lærubókadømi um eitt væleydnað vallyfti. Vit kunnu skjalprógva, at tað bæði flutti atkvøður og setti dagsskránna í valstríðnum, sigur Carsten Jensen.

- Men veljararnir minnast stórt sæð ikki hini 111 lyftini.

Sambært Carsten Jensen hevur Javnaðarflokkurin av sínum 112 lyftum frá 2019 hildið umleið helvtina til fulnar og ein annan sætta part so nøkulunda, og enn er tíð eftir til næsta val.

Kortini halda flestu veljarar, at politikarar ikki kunnu vit ikki hava álit á.

Professarin heldur, at miðlarnir spæla ein týðandi leiklut. Miðlarnir høvdu dyrkað lyftið um eftirlønina hjá Arne meira intenst eftirfylgjandi, um tað ikki varð hildið.

Men veljarar hava eisini ábyrgd.

- Tað er eitt veruligt slit millum veruleika og fatan. Politikarar hava eitt alment umdømi sum lyftibrótarar.

- Men okkara dátur vísa, at tað langt frá altíð er rættvíst, sigur Carsten Jensen.

Hann heitir á veljararnar um at geva nærri gætur og lurta nágreiniliga eftir tí, sum í roynd og veru verður lovað.

Sum sagt undrast hann eisini á mongu vallyftini hjá politikarunum.

 

- Tað er eitt sindur tápuligt, at flokkarnir geva so nógv vallyfti, tá teir eisini vita, at brotin lyfti verða revsað nógv harðari enn politikarar verða løntir fyri at halda tey, sigur Carsten Jensen.

 

/Ritzau/

 

Professarin í stjórnmálafrøði Carsten Jensen frá Århus Universiteti hevur skjalprógvað, at fólkatingspolitikarar halda nógv meira av sínum lyftum enn veljararnir halda.