Ársins sangarinna vitjar í Klaksvík

Ársins kvinnuligi sangari vitjar á fyrsta sinni í Spaniastovu.

Í annaðkvøld, 5.aprí,l syngur ársins kvinnuligi sangari á fyrsta sinni í Spaniastovu.

 


Jasmin hevur í fleiri ár verið frammi sum ein av okkara dugnaligastu ungu sangarum. Í 2017 vann hon Sement, og á FMA 2019 varð hon útnevnd til ársins kvinnuliga sangara.
Ummælararnir í Kvørnini hava eisini kallað JASMIN fyri nýggja føroyska stjørnuskotið.



Síðan síðsta ár eru fleiri løg komin út við JASMIN, og tey gerast alsamt betri og betri umtókt. Tónleikurin er egin, livandi og vælsvingandi alternativur poppur, ið fer beint í kroppin. Løgini ’’Baby Blue’’, ’’Make Sense’’ og nú eisini ’’Remember’’ eru tráspæld í útvarpinum og vísa at tey eru komin sera langt og teljast nú ímillum bestu føroysku tónleikaupplivingar.
 

 

 

Bólkurin er mannaður við
Jamsin Mode, sang, Vinjar Egilsnes Petersen, synthar, Bergur Fonsdal Johannesen, bass+samplara,
Harald Fonsdal Johannesen, trummur+trummupad.