Kavarok í Avstralia

Avstralski veðurfrøðingurin, Miriam Bradbury, heldur, at tað eru veðurlagsbroytingar, sum eru orsøkin til, at veðurlagið í Avstralia er vorðið meira óstøðugt

Í fleiri áratíggjur hevur tað ikki kavað so nógv í Avstralia, sum nú um vikuskiftið, og bjargingarlið høvdu fram til fyrr í kvøld havt fleiri enn 1400 ymiskar uppgávur í samband við kavan um vikuskiftið.

 

Leygardagin kavaði tað so nógv í fleiri býum í Avstralia, at kavin lá næstan 40 sentimetrar tjúkkur, og tað er serliga í eystara parti av landinum, at illveður hevur verið við nógvum kava.

 

Sagt verður, at í norðaru pørtunum av New South Wales legðist tjúkkur kavi leygardagin.

 

Sambært veðurfrøðinginum, Miriam Bradbury, sum starvast á meteorologiska stovninum í landinum, er hetta mesti kavin, sum er komin niður í Avstralia síðan miðskeiðis í 1980-unum - ella í eini 40 ár. 

 

Leygardagin varð umfatandi bjargingarátak sett í verk, eftir at ein 26 ára gomul kvinna varð tikin av kavafloymi í Hunter Valley-regiónini. 

 

Sambært løgregluni í New South Wales royndi bilførarin á bilinum, sum konan sat í, at koyra tvørtur um ein yvirfloymdan veg, tá vanlukkan hendi.

 

Sum skilst, slapp bilførarin í tryggleika og bjargaði sær lívinum, men leitanin eftir kvinnuni, sum eisini var í bilinum, heldur fram.

 

Veðurfrøðingurin, Miriam Bradbury, heldur, at tað eru veðurlagsbroytingar, sum eru orsøkin til, at veðurlagið í Avstralia er vorðið meira óstøðugt seinastu árini.

 

Kortini heldur hon í samrøðu við Sky News, at veðrið í Avstralia hevur verið óvanligt hetta vikuskiftið. 

 

- Tað, sum ger hetta vikuskiftið serstakt, er ikki bara nøgdin av kava, sum er komin niður, men eisini, hvussu víða um landið, kavin er lagstur, leggur Miriam Bradbury aftrat.