Tekniskur stjóri í Fótbóltssambandi Føroya

Tekniskur stjóri í Fótbóltssambandi Føroya

 

Fótbóltssamband Føroya (FSF) søkir framskygdan leiðara at standa á odda fyri fótbóltsmenningini í

 

Føroyum.

 

Tekniski stjóri er ítróttarligur leiðari í FSF og skal tryggja, at okkara landslið, leikarar, venjarar og

 

feløg hava bestu møguleikar at hepnast í framtíðar avbjóðingum. Høvuðsuppgávan hjá tekniska

 

stjóra er at skipa og leiða fótbóltsdeildina hjá FSF samsvarandi yvirskipaðu strategi felagsins og

 

viðkomandi menningarskipanum hjá UEFA og FIFA.

 

Fótbóltsdeildin hjá FSF telur 8 starvsfólk og virksemi umfatar landsliðsfótbólt, leikaramenning,

 

venjaraútbúgvingar og ítróttargransking. Starvið krevur tí sterkan fótbóltskunnleika, strategiska

 

hugsan og førleikan at leiða og samansjóða eitt fjølbroytt tekniskt toymi.

 

Savnandi eginleikin er grundleggjandi, tá tekniski stjórin hevur høvuðsábyrgd av at tryggja

 

menningina av øllum fótbóltsleikarum í Føroyum frá grasrótarstøði til úrvalsleikarar. Hóast flestu

 

starvsuppgávurnar eru beinleiðis tengdar at virksemi hjá FSF, er tó grundleggjandi neyðugt, at

 

tekniski stjórin er aktivur í menningini av ungdómsfótbóltinum í øllum Føroyum og tí hevur tætt

 

samband við feløgini og ungdómsvenjarar kring landið.

 

Uppgávurnar

 

- Leiðsla av fótbóltsdeildini

 

- Ítróttarliga ábyrgd av landsliðum, herundir setanarviðurskifti hjá U-landsliðsvenjarum

 

- Skipan av leikaramenning

 

- Skipan av venjaraútbúgving samsvarandi UEFA Coaching Convention

 

- Viðvirka til menning av feløgum

 

- Faklig ráðgeving til FSF umsitingina

 

- Skrivari í útbúgvingar- og menningarnevndini

 

- Leiðsla og fyrisiting av UEFA Hattrick og FIFA Forward verkætlanum

 

Um teg

 

Vit ímynda okkum, at tú hevur:

 

- leiðsluroyndir og royndir við at leiða samansettum toymum

 

- evni til at hugsa strategiskt

 

- viðkomandi útbúgving innan fótbóltsvenjing ella ítrótt

 

- mennandi, savnandi og kveikjandi leiðslustíl

 

- góðar samskiftisførleikar í skrift og talu- góðar fyrisitingarligar førleikar

 

- góð evni at røkja sambond og at samstarva við aðrar viðkomandi myndugleikar og

 

áhugapartar

 

Tað er fyrimunur, um tú hevur royndir sum fótbóltsleikari, fótbóltsvenjari og/ella sum

 

venjarainstruktørur.

 

Um FSF

 

FSF er fótbóltsins samband og okkara aðalmál er, at fótbóltur er fyri øll – Alt árið – Alt lívið. Vit

 

arbeiða við nærlagni og eldhuga fyri, at tað skal vera lætt hjá øllum at spæla fótbólt – uttan mun til

 

kyn, aldur ella førleikar. Á henda hátt verður tryggjað, at vit bæði virka fyri teimum góðu úrslitunum,

 

samstundis sum vit við røttum ítróttaranda fremja rørslu og fólkaheilsu við sannføring um, at

 

fótbóltur borgar fyri gleði, trivnaði og felagsskapi.

 

Løn og setanartreytir

 

Talan er um fulltíðarstarv, og vit ynskja, at tú byrjar 1. oktober.

 

Løn og setanartreytir verða sambært avtalu, grundað á útbúgving og royndir.

 

Soleiðis søkir tú

 

Ynskir tú at vera við á liðnum, send so umsókn við prógvum, viðmælum og lívsrensli til starv@fsf.fo

 

í seinasta lagi sunnudagin 10. august 2025.

 

Um tú hevur spurningar í sambandi við starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Kristin Dam Ziska,

 

aðalskrivara, á kristin@fsf.fo ella +298 291968.