Vit skulu hava lyklarnar til okkara land

Røða ísv frágreiðing løgmans á ólavsøku

Løgmaður hevur lagt fram sína næstseinastu løgmansrøðu. Eg haldi, at røða løgmans var sera góð, hon var væl skipað við  rámandi talvsúmbolikkinum, hon vísti á tey nógvu  ítøkiligu úrslitini,  sum samgongan hevur framt og  ítøkilig uppskot, sum enn eru eftir at fremja.

 

Vit hava í grundini so nógv at fegnast um, tá eg hugsi um øll tey frambrot, sum eru hend í Føroyum seinastu árini, alt tað sum allir føroyingar hvønn dag leggja nógv fyri at menna og fyri styrkja hetta samfelagið, og okkara ungdóm, sum dagliga bjóðar øllum heiminum av.

 

Hetta er í grundini ógjørligt,  at vit við 54 tús. íbúgvum kunnu sammeta okkum við tjóðir við mió. íbúgvum, bæði tá tað kemur til dygd, vinnuligt kappingarføri, BNP pr íbúgva, tónleik, list, mentan og ítrótt.

 

Tað er lagt okkum føroyingum gott í beinið frá okkara forfedrum, sum vit hvønn dag byggja á herðarnar á.

 

Men vit mangla enn fulla rættin at eiga hetta landið fult og heilt, og bjóða okkum fram sum sjálvstøðugt land millum onnur.

 

Vit eru føroyingar, og vit skulu eiga Føroyar, tað landið, sum bara føroyingurin hevur  ment til tað er í dag. Tað er tjóðskaparlogin í hjartanum í okkum føroyingum og tjóðskaparrørsluni aleina at takka, at vit hava tað samfelag, sum vit hava.

 

Tá tað kemur til tað ríkisrættarliga, so hava vit eina lyklastøðu í løtuni,  og sjálvandi skulu vit hava lyklarnar til at opna allar heimsins dyr fyri Føroyum

 

Løgmaður hevur saman við 4 øðrum forfólkum á tingi tikið málið upp við donsku stjórnina um at skipa Føroyar av nýggjum sum eitt sjálvstøðugt land.

 

Arbeiðið við ríkisrættarligu støðuni fer fram samstundis sum arbeiðsbólkurin, sum arbeiðir við limaskapinum í WTO, heimshandilsstovinum, sum skal gera tað lættari hjá Føroyum at fáa handilsavtalur við øll viðkomandi lond fyri Føroyar.

 

Føroyar hava rætt til limaskap í WTO, tí vit  liva upp til øll kriteriu fyri limaskapi,  men danska justsminiteriið hevur dukað donsku grundlógina í høvdið á okkum, at onki ber til. Mette F hevur lovað at hetta málið skal loysast, og nú skal hon standa sína roynd.

 

Ja lat meg at bara siga tað á donskum til Metta Frederiksen umvegis forkvinnuna, at verður WTO málið ikki loyst  - ja så har vi et kæmpe problem !!

 

 

 

vinnu og uttanríkismál

 

Eg siti í vinnu og uttanlandsnevndini og nemi tí  fyrst mál, ið viðkoma hesum nevndum.

 

Yvirtøkurnar verða lagdar fyri uttanlandsnevndina, og á sjálvstýrisleið er nógv hent í hesi samgonguni.  Samanlagt hava vit skorið 100 mió (ella eitt samlað virði á 250 mió.) av blokkinum, so tá samgonguskeiðið er av, er blokkurin komin niður á 542 mió.

 

Hetta svarar til, at blokkurin er áleið 1,5 % av okkara búskapi. Vit skulu ikki so nógv ár aftur í tíð, tá blokkurin fylti ¼ av fíggjarlógini.

 

Vit hava eisini yvirtikið týðandi málsøki í hesum samgonguskeiði. Vitaverkið varð yvirtikið 1 juni í fjør, sjórætturin og sjóuppmerking er yvirtikið í ár og avtala er gjørd um yvirtøkuna av loftrúminum, ein yvirtøka, sum kann geva føroyingum 10 tals mió. inntøkum hvørt ár (hetta er tó bert til tilbúgving og tænastur, sum hava við loftrúmið at gera )

 

Hóast tað hevur gingið strilti og leingi við at fáa tær neyðugu fríhandilsavtalurnar í hús orsaka av forðingum í ríkisrættarligu støðu Føroya, so eru 2 sera týdningarmiklar avtalur komnar í hús undir hesi samgonguni.

 

Í apríl mánað undirritaði uttanríkis- og vinnumálaráðfrúan,  Sirið Stenberg, eina sera týdningarmikla avtalu við Kina. Leingi hevði hetta arbeiðið verið ávegis, men nú bragdaði. Talan var um 2 heilsufrøðiligar avtalur, ið hava til endamáls at gera tað lættari hjá føroyskum útflytarum at útflyta fleiri vørusløg enn áður til Kina, eitt land, ið hevur ein risa stóran marknað við sínum 1,4 mia. Íbúgvum. Sambært nýggi avtaluni er hetta broytt, soleiðis at allur villur veiddur fiskur, fiskamjøl og lýsi til Kina nú kann útflytast uttan órímuligar forðingar.

 

Hin avtalan er heilsufrøðiliga avtalan við Brasil, sum hevur stóran týdning fyri Føroyar, serliga fyri útflytarar av saltaðum fiski til ein marknað við 213 mió. íbúgvum. Hesar báðar avtalur eru at geva vinnuni góðar karmar !!

 

Semjan um tøkugjøldini á alivinnna var eisini eitt politiskt framstig. Samgongan ynskti, at alivinnan í størri mun skuldi vera við til at fíggja vælferðina í Føroyum, og at hon skuldi gjalda fyri tað nýtslu, sum alivinnan hevur á føroysku firðunum. Vit fingu eina varandi semju við sambandsflokkin, sum røkkur yvir hetta samgonguskeiðið, tí skal nakað broytast, so skulu allir flokkar nikka ja til broytingarnar. Hetta er eisini at geva alivinnuni støðugar karmar

 

Og semja var eisini at 2 mió. kr. av tøkugjaldinum skuldu fara til gransking av m.a. hvussu alivinnan ávirkar vistfrøðina á okkara firðum.

 

Somuleiðis fingu vit eisini eina breiða politiska semju um málið um gongd í haga, at allir føroyingar hava frítt at fara í høgunum og onnur t.e. ferðafólk og ferðavinnuaktørar skulu gera avtalu við bøndur um atgongd til hagan. Hetta hevur verið ein gordiskur knútur hjá nógvum samgongum, sum ongin onnur samgongu megnaði at loysa. Hetta er at geva ferðavinnuni greiðari karmar!

 

Inflatiónin hevur trýst manga familju í Føroyum og matvøruprísirnir hava verið og eru enn høgir, og tí varð málið um príseftirlit lagt fyri tingið, og vinnunevndin samtykti hetta einmælt.

 

Nógv spennandi mál hava verið í vinnunevndini, sum hava við vinnuspirar, íverksetan og og smáar vinnuaktørar at gera:

 

Ein afturberingarskipan til filmsverkætlanir er sett í verk, sum merkir, at fyri filmar, sendirøðir og heimildarfilmar, sum verða framleidd í Føroyum verða 25 mió. av útreiðslunum, sum eru hildnar í Føroyum afturbornar um umsøkjarin lýkur treytirnar fyri afturberingini (max 5 mió.). Tað liggur eitt ovurstórt virði í hesari vinnu, og áhugin er stórur hjá útlendskum filmsleiðarum at leita sær hendan vegin.  Hetta er at geva filmsvinnuni betri karmar !

 

Og somuleiðis er lógin um Framtak samtykt, at 38 mió hjá Framtaki verða umlagdar til eginpening. Endamálið er at veita íverksetarafyritøkum, smáum og miðalstórum fyritøkum kapital at fóta sær. Hetta er eitt sera gott átak fyri smærri iverksetarar og til smærri og miðalstórar fyritøkur at koma ígongd. Hetta er at gera tað karmarnar hjá íverksetarum og vinnuspírum lættari!

 

Ein nýggjur landbúnaðarpolitikkur er samtyktur. Uppskotið hevur til endamáls, at vit skulu í størri mun vera sjálvbjargin tá tað kemur til føroyska matframleiðslu, kjøt, kál og grønmetisframleiðslu, at vit hugsa stuttflutt og at eggja til egna framleiðslu, og peningurin er játtaður úr Búnaðargrunninum til endamálið.

 

------

 

Tá tað kemur til uttanlandsnevndina, so er eisini nógv hent. Vit hava fingið ein nýggjan artiskan politikk. Vit hava somuleiðis  fingið ein trygdar og verjupolitikk, sum staðfestir, at tað er Føroya løgting, sum tekur avgerðir tá tað kemur til trygd og ikki sum 2 fólkatingslimir ganga og trygla um, at verjumál skal avgerast og tingast um á Christiansborg. Verjupolitikkurin og tað sum skal henda her, eru avgerðir sum føroyski uttanrikismálaráðharrin saman við uttanlandsnevnd Føroya tekur avgerð um og Føroya Løgting.

 

Ùtbúgvingarmál

 

Eitt mál sum hevur týdning fyri menningina í Føroyum og fyri, at vit framhaldandi kunnu hava fólkavøkstur er, at vit stuðla Fróðskaparsetur Føroya. Tí fegnist eg um, samgongan hevur valt at raðfesta eitt nýtt kampus og universitetsumhvørvi saman við teimum lestraríbúðunum á Eiragarði, sum samgongan hevur sett sær fyri at útvega. Men tað er eisini umráðandi, at Føroyar gerast limir í Bologne avtaluni, soleiðis at vit tryggja, at Føroyar verða javnsett við onnur altjóða universitet, og at vit harvið tryggja flytføri hjá føroyskum lesandi.

 

Men vit mugu eisini tryggja fjølbroytni av útbúgvingum sum eisini eru tillagað  tørvin í Føroyum. Ì samgonguskjalinum stendur m.a. raðfestast skulu  útbúgvingar, sum eru rættaðar móti okkara matvinnu, sjóvinnuni og  maritimar universitetsútbúgvingar. Havandi í huga, at vit eru ein fiskivinnutjóð og tað at okkara sjófólk fáa bestu skoðsmál kring allan heim, og samstundis sum vit eisini hava  eina matstovuvinnu í heimsflokki við 2 michelstjørnum. Vinnan og fólkið hevur víst vegin, og nú er at skapa útbúgvingarmøguleikarnar innan hesar vinnur, sum hevur eitt risa stórt potentiali. Vit eiga at kunna tiltrekkja fleiri 100 lesandi hendan vegin, og tað hevði styrkt enn meira um tað altjóða lestrarumhvørvi í Føroyum.

 

Men frú forkvinna

 

Tíðin er komin at  fáa lyklarnar til okkara egna land, soleiðis at vit  kunnu lata dyrnar upp til allan heimin, vinnuliga, ítróttarliga, útbúgvinarliga og mentanarliga: Vit skulu hava lyklarnar, so vit kunnu lata  dyrnar upp til:

 

altjóða olymisku nevndina

 

til  Norðurlandsráðið

 

 til Arktiska ráðið

 

til altjóða hvalanevndina (har sum danir umboða okkum í løtuni)

 

til týðandi fiskvinnufelagsskapir, NEAFC og NAFO og

 

til  ST

 

Latið okkum fara ein túr til Danmarkar at heinta hesar lyklar, so hurðarnar verða latnar upp fyri Føroyum.

 

 

 

Annika Olsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi og limur í uttanlands og vinnunevndini