EM24: Modric finst harðliga at dómaranum og drúgvu yvirtíðini

Kroatiski bóltsnillingurin er ikki blíður um teir átta minuttirnar, ið vóru lagdir aftrat í dystinum móti Italia

Kroatia var víðari til áttandapartsfinalurnar tá yvirtíðin nærkaðist teimum átta minuttunum í triðja EM-bólkadystinum móti Italia í innleiðandi bólki B.

 

Kroatia var á odda 1-0 við máli hjá bóltsnillinginum, Luka Modric, men so javnaði Mattia Zaccagni við einum góðum skoti, og italiumenn vóru í sjeynda himli. Samstundis sukku vónbrotnu kroatarnir saman á vøllinum. Kontrastirnir vóru ótrúligir.

 

Luka Modric var ikki blíður um dómaran, Danny Makkelie, ið helt tað vera neyðugt at leggja so nógvar minuttir aftrat: - Eg veit ikki hvat eg skal siga. Fótbóltur er óndur. Tað bleiv prógvað í kvøld. Eg veit ikki hvar dómarin fann átta minuttir eykatíð. Vit høvdu ikki uppiborið at fáa hetta málið ímóti okkum. Segði Luka Modric við kroatiska miðilin, HRT.

 

- Vit vistu, at kroatisku fjeppararnir stuðlaðu okkum fult út. Vit eru teimum sera takksamir, og vit harmast um, at vit ikki vunnu. Teoretiskt kunnu vit enn vinna okkum víðari til áttandapartsfinalurnar, men at uppliva hetta í seinasta bólkadystinum í 98. minutti......fótbóltur er óndur. Staðfesti Luka Modric í samrøðuni við HRT.

 

Fyri, at Kroatia skal vinna seg í áttandapartsfinalurnar og vera millum fýra teir bestu tríararnar er neyðugt, at Kekkia tapir fyri Turkalandi, og samstundis má Slovenia tapa við trimum málum ella meira fyri Onglandi. So tað sær sera torført út hjá Kroatia at vinna seg víðari.