Evropameistararnir hanga í klønum tráði

EM24: Spælið er vánaligt, men tað er ikki uttan orsøk, at Italia er verandi EM-vinnari

Í dag verða tvær tær fyrstu 1/8 finalurnar til EM-endaspælið í Týsklandi. Klokkan 17 er tað Sveis móti Italia og klokkan 20 er Týskland móti Danmark. Her er upptakti til fyrra dystin,

 

Sveis – Italia (17.00)

 

Leikvøllur: Olympiastadion, Berlin

 

Dómari: Szymon Marciniak (Pólland)

 

Sjónvarp: DR1

 

Sveis var bara nakrar minuttir frá at enda á fyrsta plássi í bólkaspælinum, men eitt mál frá týska áleyparanum Nicklas Füllkrug, gjørdi at Sveis endaði á øðrum plássi. Sveisiska landsliðið stríðist við at fáa viðurkenning, men liðskiparin – Granit Xhaka – heldur fyri, at nú er tíðin komin til at virða sveisiska landsliðið. Sveis er uttan Silvan Widmer, sum hevur leikbann.

 

Italia bleiv bjargað á málstrikuni í bólkaspælinum, tá Mattia Zaccagni, eftir framúr uppspæl frá 22 ára gamla verjuspælaranum hjá Bologna, Riccardo Calafiori, skoraði alt avgerandi málið, sum sendi Italia víðari.. Evropameistararnir spæla undir alt lágmark, men kanska ótrúliga løtan í yvirtíðini móti Kroatia kann seta gongd í okkurt. Tíverri fyri Italia, so hevur Riccardo Calafiori leikbann.

 

Sveis og Italia møttust til HM 2022 undankappingina. Tá endaðu báðir dystirnir við javnleiki. Nógv bendir á, at hetta eisini verið ein jøvn uppgerð.

 

Møguligar uppstillingar:

 

Sveis (3-4-3): Sommer - Schär, Akanji, Rodriguez - Ndoye, Xhaka, Freuler, Rieder - Aebischer, Embolo, Vargas

 

Italia (4-3-3): Donnarumma - Di Lorenzo, Bastoni, Mancini, Dimarco - Cristante, Jorginho, Barella - Chiesa, Retegui, Zaccagni