Fimm dreymaferðir í Danmark

Oyggin er vøkur, friðarlig, máttmikil og innbjóðandi

 

 

1.Ærøskøbing

 

Ærø er ein sonn náttúruperla. Eitt stað, ið ein og hvør lívsnjótari má uppliva. Oyggin liggur sunnaliga á Fyn, og verður ein noyddur at taka “Ærøbátin” úr Svendborg fyri at koma til oynna. Eisini kann siglast úr Faaborg til Søby, ið er ein lítil býur á Ærø. Oyggin er vøkur, friðarlig, máttmikil og innbjóðandi. Íbúgvarnir eru blíðir, og elska tey at vísa fram dýrgrip sín, Ærøskøbing, fyri ferðafólki. Har er bæði strond, skógur og annað gott til sansirnar.

 

 

 

 

 

2. Skagen

 

Skagen er ein hugnaligur, og tó kraftmikil býur í Danmark. Hann er tann býur, ið liggur longst norðuri á flatlondum, og verða ferðafólk bergtikin av strondini, har Skagerak og Kattegat brúsandi hittast.

 

 

 

3. Bornholm

 

Bornholm er ímyndin av fjølbroytni. Danska oyggin liggur í Eystursjónum, og er hon serstakliga væl umtókt millum ferðafólk kring heimin. Størsti býurin á oynni, Rønne, bjóðar ferðafólki eitt býarlív við eini grannalagskenslu. Aðrir býir bjóða grova náttúru, ið bæði fevnir um klettar og strendir.

 

 

 

4.Keypmannahavn

 

Danski høvuðsstaðurin verður ofta tilnevndur sum ein av heimsins flottastu høvuðsstaðum. Býurin, sum fleiri føroyingar nevna stórbý, hevur eina serliga javnvág. Keypmannahavn er ein góð blanding millum stórbýarkenslu, moderniteti, søgu og náttúru. Býarpartarnir eru ymiskir, og er lætt at ferðast runt millum býarpartar, tí almenni flutningurin er heimsklassi. Metro, bussar, taxabilar og annað er altíð tøkt. Hetta er serliga ein góður møguleiki fyri ungdómar og vaksin pør.

 

 

 

5.Møn

 

Møn er ein oyggj, ið liggur uttanfyri Suðursælendsku eysturstrondina. Eitt fullkomið stað fyri tey, ið vilja njóta eitt friðsælt summar, og harafturat merkja rúsin sum Møns Klint gevur teimum ferðandi. Møns Klint er náttúrligi dýrgripurin á Møn. Staðið er serstakt í Danmark, tí náttúran er grovari, størri og litríkari enn onnur støð.

 

 

 

Við hesum ynskja vit tykkum eitt framhaldandi gott summar.