HSF skrivar:
- Hóast Føroyar spældu 30 góðar minuttir, so var avrikið ov óstøðugt, og Føroyar taptu greitt, 32-17, fyri Noreg, eftir hálvleiksstøðuna 14-9.
Noreg setti dagsskránna fyrstu løtuna í dystinum. Tær vardu væl og okkara høvdu ilt við at koma til góðar málmøguleikar og føroysku venjararnir máttu taka leikbrá eftir 11 minuttir við støðuni 7-2. Tað bøtti um, og kom spakuliga glið á føroyska álopsspælið og norska leiðslan, á 5 mál, vaks ikki eftirfylgjandi 20 minuttirnar. Føroyska verjan stóð eisini betri saman við einari sera vælleikandi Femju Sámalsdóttir Soll í málinum, sum stóð á góðum 40% í fyrra hálvleiki. Í álopinum var tað serliga Halla Haldansen, sum stóð seg væl í ein-móti-einari-støðum, og fekk hon fleiri góð mál. Føroyar hingu í og var støðan við hálvleik 14-9 til Noreg.
Føroyar tóku góða spælið við sær inn í seinna hálvleik og minkaðu um munin niður í trý mál eftir 10 minuttir. Okkara vóru tó óhepnar og stórir málmøguleikar vóru tíverri brendir næstu løtuna og so skrædnaði. Støðan fór frá 14-17 til 14-23 næstu 10 minuttirnar og so var farið. Noreg streyk avstað seinastu løtuna og vunnu 32-17.
Eftir dystin var føroyski málverjin Femja Sámalsdóttir Soll kosin besti leikari hjá Føroyum í dystinum. Femja hevur sum heild staðið væl í kappingini og hevði í dag 18 bjargingar. Føroyar spæla aftur í morgin kl. 13.30, tá er mótstøðuliðið Serbia. Allir dystir kunnu stroymast á ehftv.com.
Dystargongdin Føroyar – Noreg:
5 min. 1-3
10 min. 2-6
15 min. 4-9
20 min. 4-10
25 min. 6-11
30 min. 9-14
35 min. 11-15
40 min. 13-16
45 min. 14-20
50 min. 15-24
55 min. 17-29
60 min. 17-32
Málskjúttar hjá Føroyum:
Halla Haldansen 7
Arina Høgnadóttir Wang 4 (3)
Lilja Skaalum Vilhelm 2
Lív Berg á Lag 2
Fríða Eysturtún Rubeksen 1
Poula Djurhuus á Neystbø 1
Málverjar:
Femja Sámalsdóttir Soll 18 bjargingar, 36%
Mynd: Matchlens.me