​​​​​​​Heimasíðumennari

Heimasíðumennari

 

 

 

Vit leita eftir einum royndum heimasíðumennara

 

Hevur tú evnini at smíða vakrar og brúkaravinarligar heimasíður? Dugir tú væl at arbeiða sjálvstøðugt og í einum toymi, kanst tú gerast okkara nýggi WordPress-mennari!

 

Vit leita eftir tær, sum hevur:

 

  • Í minsta lagi 2 ára royndir við CMS (helst WordPress)
  • Í minsta lagi 2 ára førleikar í PHP, HTML, CSS og JavaScript
  • Eyga fyri sniðgeving og góðari brúkarauppliving (UI/UX)
  • Skil fyri responsivum sniði og nútímans webstandardum
  • Ert ábyrgdarfull/ur, álítandi og hevur hegni at loysa trupulleikar sjálvstøðugt

 

Uppgávurnar fevna m.a. um:

 

  • Menning og viðlíkahald av WordPress-síðum
  • Samskifti við kundar og samstarv við onnur í toyminum
  • Arbeiða við uppsetan av WordPress, implementering av sniði, plug-in menning og integratión við aðrar skipanir

 

Vit bjóða:

 

  • Spennandi og fjølbroyttar verkætlanir við ymiskum kundum
  • Eitt arbeiðsumhvørvi, har dygd og skapanargleði er í hásæti
  • Møguleika at ávirka bæði arbeiðsgongd og menningarhættir
  • Eitt toymi, sum strembar eftir at vera tað fremsta innan heimasíðuloysnir

 

 

Um Lunnar

Lunnar er eitt føroyskt felag, sum mennir talgildar loysnir. Vit leggja dent á ein reinan og brúkaravinarligan stíl, har snið og tøkni ganga hond í hond. Við okkara fleksibla arbeiðshátti og sterka fakliga innliti skapa vit dygdarloysnir til bæði smærri og størri kundar í Føroyum og uttanlands.

 

 

Umsóknarfreist: Opið til vit hava funnið rætta persónin.

Umsóknir og spurningar: Send til Pól Andrias á pal(at)lunnar.fo

Spurningar verða eisini svaraðir á tel. 234021.