VIDEO: Hesaferð fekk Bjartalíð ein heilan hálvleik

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum Tromsø-Fredrikstad 0-0

Jóannes Bjartalíð og liðfelagarnir ferðaðust tað longu leiðina úr Fredrikstad, og heilt norður til Tromsø fyri at spæla dyst móti Tromsø IL í bestu norsku fótbóltsdeildini.

 

Tað eydnaðist Fredrikstad at fáa eitt stig við sær aftaná javnleik 0-0. Hesaferð spældi Jóannes allan seinna hálvleik. Talan er um longstu spælitíðini Jóannes hevur havt í einum dysti hetta kappingarárið. Og tað eru góð tíðindi, sæð við føroyskum landsliðsbrillum.

 

Heilt móti dystarenda hevði Jóannes ein góðan stútara, ið málverjin hjá Tromsø bjargaði hegnisliga. 

 

Fredrikstad er nummar sjey í deildini við 26 stigum. Fredrikstad hevur seks stig upp til fjórða plássið, ið gevur atgongd til evropeiskan fótbólt komandi kappingarár. Á fjórða plássinum er júst dagsins mótstøðulið, Tromsø.

 

Komandi hósdag klokkan 17 skal Fredrikstad royna seg í triðja undanumfarinum í Europa League. Mótstøðuliðið verður FC Midtjylland, ið mátti brúka longda leiktíð til at knógva Hibernian. Fyrri dysturin verður leiktur á leikvøllinum í Fredrikstad. Eina viku seinni hittast liðini á MCH Arena leikvøllinum í Herning.

 

Megnar Fredrikstad at vinna ein samlaðan sigur á FC Midtjylland eru teir tryggjaðir í minsta lagi at sleppa í deildarspælið í Conference League. 

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Tromsø-Fredrikstad 0-0:

 

##med2##