Tað skrivar Danwatch sambært Ritzau.
Russiski skuggaflotin tjenar ikki bara milliardir av krónum fyri krígsmaskinuna hjá Putin við at flyta sanktioneraða olju kring heimin.
Hann njósnast eisini um kritiskan undirstøðukervi í Danmark.
Hetta avdúkar innanhýsis brævaskifti frá statsliga loðsfelagnum DanPilot, sum er í Danwatch hevur fingið innlit í.
Í einum felags telduposti frá fyrr í juli undir yvirskriftini ‘Militante typer på broen’ stendur:
– Fleiri og fleiri fráboðanir eru um skip, sum hava nakrar fáar eykamanningar, sum helst eru russiskir, sum eru í hernaðarbúna og eru sera virknir at avmynda millum annað brúgvaferðafólk. Allar hesar fráboðanir eru sjálvandi sendar víðari til myndugleikarnar, stendur at lesa í teldupostinum.
Ávaringin kemur millum annað eftir eitt innslag nakrar dagar frammanundan, har ein mynd varð tikin av einum manni í uniformi, sum stóð og filmaði frá einum sanktioneraðum skipi úr skuggaflotanum.
Jakob Kaarsbo, trygdarpolitiskur ráðgevi, sum hevur eina fortíð sum høvuðsgreinari í fregnartænastuni hjá danska herinum, undrast ikki á nýggju tiltøkini hjá Russlandi.
“Tað sær út til, at Russland er farið at brúka skuggaflotan sum eitt slag av hybrid-útbygging, og at teir eru serliga virknir, tá teir sigla framvið donskum strategiskum installatiónum og kritiskum undirstøðukervi, er tíverri ikki undrunarvert.”
– Tað er væl skjalprógvað, hvussu Russland fyrr brúkti sonevnd granskingarskip í hernaðarligum týdningi til at kortleggja undirsjóvar undirstøðukervið, sigur hann.
Sambært greiningum frá millum annað Lloyd’s List Intelligence er russiski skuggaflotin mannaður við yvir 700 tangaskipum, harav 444 í løtuni eru revsað av ES. Tey fara næstan dagliga gjøgnum Danmark og Stórabelt, tí tað er einasti vegurin út, tá teir koma úr stóru russisku oljuhavnunum kring St. Pætursborg.
Sjóverjuskiparin og hernaðargreinarin Jens Wenzel Kristoffersen sær tað ikki sum nakra hóttan í sær sjálvum, at myndir av kritiskum undirstøðukervi eru tiknar av skipum í skuggaflotanum.
"Hesar eru helst avmyndaðar frammanundan. Hinvegin kann tað vera ein spurningur um at halda russisku fregnartænastuni dagførdar um møguligar broytingar í kritiska undirstøðukervinum við at avmynda hesar, tá ið farið verður framvið, soleiðis at ein altíð hevur nýggjastu upplýsingarnar um møguligar sabotagutiltøk, sum mugu væntast at hava longu verið ætlað," sigur hann.
Danwatch hevur latið Beredskabsstyrelsen eygleiðingarnar, sum vísir til, at loðsar sambært loðslógini skulu boða avvarðandi myndugleika frá øllum eygleiddum viðurskiftum, sum hava týdning fyri siglingartrygdina, umhvørvið ella onnur samfelagslig atlit, sambært loðslógini.
"Sostatt skal DanPilot, eins og aðrar loðsar, boða Beredskabsstyrelsen frá øllum viðkomandi umstøðum. Umframt hetta kann Beredstyrelsen ikki gera nærri viðmerkingar til eygleiðingarnar hjá DanPilot," skrivar Beredstyrelsen.
Stovnurin leggur eisini dent á, at áhaldandi samstarv er tvørtur um avvarðandi myndugleikar um samskipan av tiltøkum móti skuggaflotanum.