Ongland er aftur í EM-finaluni

EM24: Við einum framúr áleyparamálið sendi Ollie Watkins Ongland í finaluna

Ongland vann í kvøld 2-1 á Hollandi í hálvfinlauni í EM-endaspælinum í Týsklandi. Stóra hetjan bleiv innskifti Ollie Watkins, sum skoraði avgerandi málið í evstu løtu. Ongland skal nú møta Spania í finaluni, sum verður sunnukvøldið klokkan 20 í Berlin.

Tað var annars Holland, sum kom á odda tíðliga í fyrra hálvleiki. Hollendski miðvallarin, Xavi Simons, slapp til skot og sendi bóltin í handara málhorn. Ongland svaraði aftur bara tíggju minuttir seinni við brotssparki, sum Harry Kane umsetti til mál.

Onglandi hevði munin leikliga, men í seinna hálvleiki kom Holland betri við og skapti eisini málmøguleikar. Tað endaði við, at innskifti Ollie Watkins úr Aston Villa skroraði eitt satt áleyparamál. Hann fekk bóltin nakað í høgru í brotsteiginum. Brúkti eina nerting og sendi bóltin flatt inn við handaru stong.

Hollendarar eru ónøgdir við dómaran, sum í nørkum førum móti endanum helst gav Onglandi nøkur fríspørk og málspørk, sum kanska skuldu verið hinvegin. Ongland møtir Spania í finaluni.

Hálvfinalur:

Týsdagin 9. juli:

Spania – Frakland 2-1

0-1 Randal Kolo Muani, 9

1-1 Lamine Yamal, 21

2-1 Dani Olmo, 25

Mikudagin 10. juli:

Ongland – Holland 2-1 (1-1)

0-1 Xavi Simons, 7

1-1 Harry Kane, 18 br

2-1 Ollie Watkins, 90

EM finalan:

Sunnudagin 14. juli

Spania – Ongland(20.00)