Ronaldo og Pepe lótu tárini renna

EM24: Portugal bleiv sent heim í einum hálv vánaligum dysti móti Fraklandi

Tað var lagt upp til tann heilt stóra EM-dagin í gjár, tá tvey av Spania, Týsklandi, Fraklandi og Portugal fóru at blíva send heim. Fyrri dysturin millum Týskland og Spania livdi upp til vónirnar og endaði við 2-1 sigri til Spania í 119. minutti.

 

Seinni dysturin, sum var í Hamburg millum Frakland og Portugal livdi upp til skeptisku røddirnar, ið væntaðu eina minni spennandi uppgerð, tí hvørki Frakland ella Portugal hava undirhildið. Tað kom einki mál í 120 minuttir.

 

Tað var nakað av góðum spæli í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki mundi avgerðin hjá portugisiska venjaranum, Roberto Martinez, at hava 39 ára gamla Cristiano Ronaldo á vøllinum allan dystin, lýsa støðuna væl. Hann kom ikki til nakran støðu. Hinvegin var 41 ára gamli miðverjin, Pepe, ein brandur.

 

Tað lýsti eisini dystin væl, at Kylian Mbappé bleiv skiftur út í longdu leiktíðini. Sum dysturin gekk fánaði hann burtur í einki. Eftir dystin segði franski landsliðsvenjarin, at Kylian Mbappé hevði onkran avbjóðar og fekk ikki spælt víðari.

 

Tað endaði við brotssparkskapping, sum mótsætt dysturin, var ein fragd fyri eyga. Fleiri framúr brotsspørk. Alt bleiv avgjørt, tá João Félix sendi sítt brotsspark á stongina.

 

Eftir dystin sást Pepe lata nøkur tár fella, tíðin hjá honum sum landsliðsspælari er komin at enda. Í 1/8 finaluni móti Slovenia var tað Cristiano Ronaldo, sum ikki kláraði at halda tárunum aftur. Teir hava tænt fyri seg og eiga framvegis EM-steypið frá 2016 at vísa á.

 

Frakland og Spania møtast í hálvfinaluni

 

Portugal – Frakland 0-0 (0-0) 3-5 br