Teir bestu móti teimum sterkastu

EM24: Spania hevur verið besta liðið higartil og Frakland hevur verið sterkasta liðið

Í kvøld verður tann fyrra av tveimum hálvfinalum til EM-endaspælið í Týsklandi. Hon er millum Spania og Frakland. Tað er liðið við flest málum móti liðnum, sum hevur latið fæst mál inn. Hetta er best spælandi liðið móti tí sterkasta verjugarðinum.

 

Spania – Frakland (20.00)

 

Leikvøllur: Allianz Arena, München

 

Dómari: Slavko Vincic, Slovenia

 

Sjónvarp: KVF/DR1

 

Spania hevur skorað flest mál higartil – 11 mál. Spania hevur eisini havt flest skot á mál. 102 í tali. Spania er somuleiðis einasta landið, sum hevur vunnið allar dystirnar til EM-endaspælið. Tað verður tó uttan roynda Dani Carvajal, sum fekk tvey gul kort í sigrinum á Týsklandi, Pedri, ið bleiv skaddur tíðliga í dystinum og miðverjin Robin Le Normand hevur leikbann.

 

Tað verður væntandi 38 ára gamli Jesús Navas, sum kemur inn á høgra bakk og 34 ára gamli Nacho í miðverjuna. Dani Olmo tók við eftir Pedri í dystinum móti Týsklandi og skoraði. Tað styrkir ikki liðið, at Dani Carvajal, Robin Le Normand og Pedri ikki eru við, men tað eru royndir spælarar, sum traðka til, meðan Dani Olmo hevur víst sínar dygdir.

 

Stóra søgan í Spania er annars at liðskiparin, útskeldaði áleyparin Álvaro Morata, hevur langa út eftir kritikkarunum.

 

Frakland hevur hildið málið reint í fýra av teimum fimm dystunum. Hóast liðið er á tremur við stjørnuspælarum, hevur tað gingið illa at undirhalda og skjóta mál. Tað vigar tó minni enn at røkka málinum. Frakland hevur verið í trimum finalum seinastu átta árini. EM 2016, HM 2018 og HM 2022.

 

Allir spælarar eru tøkir til dystin í kvøld, men tað verða spurnartekin sett við Kylian Mbappé, sum mátti út í longdu leiktíðini seinast. Hann spælir eisini við masku, tí hann breyt nøsina í fyrsta umfarinum í bólkaspælinum, og hevur gramt seg um, at maskan ger tað torførari at skimast runt á vøllinum.

 

Frakland er enn favorittur at vinna EM, men hetta er størsta styrkiroydin hjá teimum.

 

Væntaðar uppstillingar:

 

Spania: Unai Simón: Navas, Nacho, Laporte, Cucurella; Olmo, Rodri, Fabián Ruiz; Lamine Yamal, Morata, Williams

 

Leikbann: Carvajal, Le Normand

 

Frakland: Maignan; Koundé, Saliba, Upamecano, Hernández; Kanté, Tchouaméni, Camavinga, Griezmann; Kolo Muani, Mbappé