Ummæli: Representatión. Reyðir kjálkar. Rámandi.

Konsert við FÓMÓ í Gulu Smiðju fríggjakvøldið.

Hendan konsertin hevði longu framleitt nøkur orð í mínum høvdi, áðrenn eg visti, at eg kundi fara. Hon setti uppá at leggja nøkur orð eftir sær. Bað um tey. 

Tað er sjálvandi fyrst og fremst grundað á dugnaligu tónlistakvinnurnar og tónleik teirra. Og so er tað tí, at hendan verkætlanin hevur týdning. Skal ikki hevda, at eg havi skil fyri fortreytunum hjá gentum og kvinnum á føroyska tónleikapallinum. Men representatión hevur týdning.

 

FÓMÓ er ein felags tónleikaverkætlan hjá nøkrum av virknastu tónlistarkvinnunum í Føroyum í løtuni, Mariannu Winter, Daniu O. Tausen, Guðrið Hansdóttir og Katrinu Olsen. Verkætlanin kom serliga burturúr trongdini at avbjóða seg sjálvar, ikki bara sum songkvinnur og sangskrivarar, men eisini sum ljóðførisspælarar.

 

##med2##

 

Tónlistakvinnurnar siga, at teimum dáma væl at samstarva við dugnaligu mannligu tónleikafeløgum og vinmonnum, men at við hesari verkætlani vilja tær eisini skapa sjónligheit fyri kvinnulig tónlistarfólk í Føroyum. Og tær vóna at kunna geva øðrum ungum gentum dirvi og íblástur at spæla, tá tær síggja, at kvinnur eisini hoyra heima á pallinum - ikki bert aftanfyri mikrofonina, men eisini við ljóðførum.

 

Tað var eitt inniligt rúm, vit traðkaðu inn í, tá vit settu okkum niður í myrkalagda høli í Gulu Smiðju í Saltangará. Áhoyrarnir vórðu settir rundan um sjálvan framførsludepilin, sum var í miðjuni av hølinum; fýra stólar, eitt borð og ljóðføri. Ljósið í rúminum, vóru ljósketur á gólvinum. “Eitt legubál”, sum Dania tók til, áðrenn seinasta sangin.

 

Uppkastið hjá FÓMÓ er, at tær syngja og spæla saman. Hvør síni løg, í nýggjum hami. Útgivin løg og óútgivin eldri og nýggjari løg, sum hava ligið og bíða. Og tað riggaði so sera væl. Fái hug serliga hug at nevna løgini ‘Tshirt’ hjá Guðrið Hansdóttir, ‘Sig mær’ hjá Daniu Tausen og Marius DC, nýútgivna lagið ‘Patio’ hjá Marionnu og ‘Fasa út’ hjá Kathrinu Olsen.

Ein framførsla, sum serliga stendur eftir er lagið ‘Reyðir kjálkar’ hjá Guðrið Hansdóttir. Beinir Bergsson eigur yrkingina og lagið verður við á komnadi útgávuni hjá Guðrið. 

Ein innilig og vælsamanspæld framførsla, sum enn rusast í kroppinum.

 

Tað er altíð so bergtakandi at hoyra og eygleiða hvussu hesar kvinnurnar, sum jú eru partar av nógvum øðrum tónleikaverkætlanum, einsæris og saman, so lættliga skifta ljóðføri og stilla seg inn til hvørja aðra ræddarliga og hugaliga. Fýra songkvinnur. Fýra gittarar. Ein Saxofon. Ein blokkfloyta. Ein klarinett. Samplarir. Og ymsir kassar, sum eg ikki veit hvussu teir eita.

 

##med3##

 

Eg kenni væl til óttan fyri at missa upplivingar. Takk fyri, at eg ikki misti hesa. FÓMÓ.

 

Meir av hesum. Representatión hevur týdning.

 

Skrivað hevur Svanna Jákupsdóttir