VIDEO: Andy Robertson biður skotsku áskoðararnar um fyrigeving

(Video) Hoyr hvat skotski liðskiparin hevði at siga aftaná svíðandi tapið fyri Ungarn

Teir hava helst bestu landsliðsáskoðarar í heiminum, men úrslitini á vøllinum megnaðu ikki at fylgja við í EM-endaspælinum í Týsklandi.

 

Skotland tapti 0-1 fyri Ungarn í Stuttgart í innleiðandi bólki A, og mugu skotar við bert einum stigi ferðast heimaftur. Talan er um 12. ferð av 12 møguligum, at Skotland ikki vinnur seg víðari úr einum innleiðandi bólkaspæli. Nakað sum svíður, men fantastisku fjeppararnir fara at halda fram at stuðla liði sínum, og einaferð fer tað at hepnast skotum at vinna seg víðari úr innleiðandi bólkaspælinum.

 

Skotski liðskiparin, Andy Robertson var sera hugtungur og hann segði aftaná 0-1 tapið fyri Ungarn, at tað fór at taka drúgva tíð at koma fyri seg aftaná hetta tapið.

 

Andy Robertson undirstrikaði, at teir á skotska landsliðnum hava heimsins bestu fjepparar, og tí svíður tað at hava svikið teir, sum hann málbar seg. Hann bað skotsku áskoðararnar so inniliga um umbering.

 

HER sæst og hoyrist samrøðan við Andy Robertson frá Optus Sport:

 

##med2##