Sár, sum ikki vilja lekjast, er ein afturvendandi líðing og trupulleiki, sum kostar heilsuverkinum stórar útreiðslur. Samstundis er viðgerðin móti sárum ofta ein plága fyri sjúklingin. Tí eru bestu ráðini: Set teg í samband við lækna, um tú fært sár á leggin millum knæ og økil. Í byrjanini sær sárið ikki út av nógvum, og tað er ikki vist, at tú hevur pínu í sárinum. Men, um sárið er har eftir fleiri vikur, kanst tú síggja fram til eina langa og í fleiri førum plágandi viðgerð. Ansast skal serliga eftir sárum, sum eru á legginum undir knænum, og hetta er serliga galdandi, um fólk eru komin nakað til árs - ella eru viknað av sjúku.
Yvirlæknin á Bispebjerg Sjúkrahúsi, Klaus Kirketerp-Møller, sum arbeiðir á tí, tey rópa ”videncenter for sårheling”, mælir til, at fólk í mesta lagi bíða í 14 dagar, áðrenn tey søkja sær læknahjálp, tá talan er um sár undir knænum. - So skjótt, tú fært eitt sár millum knæ og økil, hovnar beinið undir knænum. Hevur tú áður havt trupulleikar við leking av sári, eigur tú at biðja um hjálp sama dag, soleiðis at tú eitt nú kanst fáa eina ávísing til eina deild, ið tekur sær av sárrøkt, leggur hann dent á.
Mest vanligu kronisku sárini eru diabetisk fótsár og bláæðra beinsár. Er talan um seinni nevndu, hovnar beinið undir knænum, tí afturvendingin av blóði er ov lítil. Orsøkin er ofta, at blóðrenslið upp eftir er viknað, og æðrin kann hava fingið skaða av einum blóðtøppi. - Orsøkin kann vera arvalig. Diabetes 2 hevur ein høgan arvafrøðiligan faktor, og við diabetes 2 veksur vandin fyri blóðtøppi, sigur Klaus Kirketerp-Møller, sum leggur aftrat, at sama kann gera seg galdandi, um sjúklingurin situr nógv stillur.
Hann sigur, at nøkur fingu skaðan, tá tey fyri árum síðan vóru við barn, og ráðini vóru fullkomiliga at binda frið eftir føðing. - Men, hetta er ikki okkara tilmæli í dag, sigur yvirlæknin.
Líkamikið, hvør orsøkin er, so kann avleiðingin av sári í beininum undir knænum gerast álvarslig. Effektivasta viðgerð av umrøddum sárum er stuðulsbind ella stuðulssokkur við ávísum trýsti, sum skal brúkast í einar tríggjar mánaðir. - Nógvir sjúklingar føla, at trýstið í einari slíkari umbinding plágar ella gevur til pínu, og hetta er stór skerjing av persónligu vælveruni. Men, hetta er samstundis einasta effektiva viðgerð, leggur yvirlæknin dent á.
Klaus Kirketerp-Møller sigur, at tað eru fleiri starvsfólk á deildini á Bispebjerg Sjúkrahúsi, sum brúka stuðulssokkar - ella kompressión, tó at tey hvørki eru serliga gomul ella sjúk. - Um eg sjálvur ella onkur av mínum starvsfeløgum fáa eitt sár millum knæ og økil, og leking ikki fer í gongd beinanvegin, eru vit skjót at brúka stuðulssokkar. Vit hava nevniliga sæð, hvussu effektivir hesir eru, sigur hann.
Tað er týdningarmikið at skilja, at kronisk sár ikki koma, tí smitta fer í sárið. Mest vanliga er, at tað er skipanin í egnum likami, sum verður løst føst í einum bruna, ið darvar sárinum at lekjast. - Ert tú í vandabólkinum, skalt tú ikki bíða leingi. Hóast sárið sær út til at vera grunnskygt, tá tú eitt nú hevur stoytt beinið í onkrastaðni, skalt tú vera ansin. Er sárið ikki lekt eftir tveimum vikum, skalt tú søkja tær læknahjálp, sigur Klaus Kirketerp-Møller.
Hann vísir á, at deildin á Bispebjerg Sjúkrahúsi hevur umleið 1000 sjúklingar um árið, har eitt beinsár hevur ment seg til eitt kroniskt sár. - Í heimshøpi verða umleið eitt prosent av heimsins íbúgvum rakt av kroniskum sárum, men viðgerðin av hesum kostar millum tvey og trý prosent av samlaðu játtanini til heilsuverkini, leggur yvirlæknin aftrat.
Kelda: www.helse.dk